Teir eru vanliga ikki so friðarligar. Tvørtur ímóti eru teir kendur fyri fest og balladu. Men hetta vikuskiftið royna Villmenn nakað heilt nýtt. Talan verður um unplugged tónleik við føroyskum slagarum, okkurt av egnum tilfari og okkurt fremmant. Finnur Joen Jacobsen úr Villmonnum sigur við Sosialin:
- Hetta verður eisini fyrstu ferð, at vit royna okkara nýggju "unplugged" ljóðføri. Fyri at fullfíggja unplugged-ljóðið, hava vit keypt ein akkustiskan bass og ein resonator gittara, haldi eg at tað eitur. So tað kann ikki blíva meira unplugged enn tað.