Hetta vikuskiftið leitar føroyski kultbólkurin Vilmenn sær á fyrsta sinni til Keypmannahavnar, har teir spæla fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Villmenn hava nýtulkað vágasoundið og hava spælt nógv til dans, umframt, at teir hava luttikið á fleiri av føroysku festivalunum. Villmenn er fløguaktuellir. Manningin í vilmonnum er Finnur Joen Jacobsen sang og gittar, Holgar Jacobsen gittar og sang, Djóni Strömsten, gittar og John Edvin Joensen, sang og bass.
Nøkur løg kunna hoyrast á www.myspace.com\villmenn
Bólkurin sendi fyrr í vikuni eitt Vilmannabræv har teir boða soleiðis frá:
?Villmenn arbeiða enn hart fyri at víðka um tað føroysku ávirkanina úti í heimi. Sum ein partur av hesi herferð, fara Villmenn komandi vikuskifti niður til høvuðsstaðin í Føroysku koloniini, Danmark. Staðið har slagið skal standa er Skarv, miðborgin hjá føroyska uppreistrarflokkinum í Danmark. Føroyski rocktónleikurin fer at pumpa út úr hátalarunum við 200Db, so at okkara propaganda fer at hoyrast um allan tann danska høvuðsstaðin....Villmenn hava snolla seg upp til henda túrin, so at propagandamaskinan skal virka til fulnar. Knæbuksurnar, brúlkremi og sjálvbrúnarin er tikin fram, so vit vænta at fáa fleiri groupies afturat okkara bólki hetta vikuskifti?










