Villmannalív alt vikuskifti

Tað verður vilt. Garvilt. Villmenn yvirtaka Manhattan hetta vikuskiftið. Og dreingirnir úr kultbólkinum úr Vágum fara at skrúva forsterkarnar for frá.

Teir fara at spæla egin løg og helst eisini okkurt kent gamalt.

Holgar og Vilmenn eru ein partur av sonevnda vágasoundinum, tí serstaka bygdasliga vágatónleikinum, ið eisini eru at hoyra hjá Sámali Ravnsfjall og Tinganesti.

 

Í fjør gav bólkurin fløguna, Villmannatjóðin, út.

Manningin er Finnur Joen Jacobsen, sang og gittar, Holgar Jacobsen, gittar og sang, Djóni Strømsten, gittar og John Edvin Joensen, sang og bass.

 

Nøkur løg kunnu hoyrast á www.myspace.com/villmenn.