Villleiðing heldur enn vegleiðing

- Villleiðing heldur enn verulig vegleiðing er ofta orsøkin til, at tað endar galið hjá alt ov nógvum næmingum í mun til at koma í gongd við røttu ungdómsútbúgvingina. Tað er ov stórt fokus á gymnasialu útbúgvingarnar, og tað gongur út yvir yrkisútbúgvingarnar.

Tað halda bæði Dansk Industri og lærlingarnir.

Fríggjadagin í farnu viku skipaðu Dansk Industri og lærlingafeløg í Danmark fyri ráðstevnuni “Flere sejre og færre nederlag i ungdomsuddannelserne”.

Vinnuhúsið, sum hevur kunnað seg um hesa ráðstevnu, vísir á, at ein av niðurstøðunum var, at tað er neyðugt at fokusera meira á einstaka næmingin og ikki bert á yvirskipaða málið um, at 95% av øllum ungum skulu hava eina ungdómsútbúgving.

Tørvur er á at geva næmingunum eitt útbúgvingartilboð, sum hin einstaki kann brúka til nakað. Tað snýr seg um at gera eina skipan, sum tekur støði í einstaka næminginum - og ikki seta sjálvstýraran til við fyrisitingarligum reglum um, at 95% av øllum ungum skulu hava eina ungdómsútbúgving.

- Um ikki, er vandi fyri, at ov nógvir næmingar uppliva ósigrar orsakað av fráfalli, umvali og ótryggleika, staðfesti formaðurin fyri Danske Skoleelever, Vera Rosenbeck.

Stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad, segði seg kenna til henda trupulleika.

- Fyri mong er tað at skulu byrja av nýggjum ein ósigur, og slíkir ósigrar eru neyvan vegurin til succes, segði hann við áhoyrararnar á ráðstevnuni.

Hann vísti eisini á, at felags fyri tey ungu, sum taka umvegir, er, at fleiri teirra uppliva at vera endað á skeivari hill - onkuntíð fleiri ferðir. Nógv ung uppliva eisini at byrja eina útbúgving, sum tey ikki eru nóg væl fyrireikaði til.

- Í veruleikanum snýr tað seg um sætta hvønn ungdóm, sum ongantíð fær eina útbúgving, ið gevur atgongd til eitt starv. Tann bólkurin av ungum hevur í meðal roynt at gjøgnumføra eina ungdómsútbúgving hálvatriðju ferð. Tey hava soleiðis til fánýtis brúkt umleið tvey ár í útbúgvingarskipanini.

Tað er altso Vinnuhúsið, sum hevur fylgt við, hvat fór fram á ráðstevnuni - "Flere sejre og færre nederlag i ungdomsuddannelserne" - sum Dansk Industri og lærlingafeløg í Danmark skipaðu fyri.