Villleiðandi SvF

Johan Petersen

SvF hevur í hesum døgum endursent sendingarnar hjá Høgna Hoydal um bankamálið. Men SvF kann ikki bara sær at koma við villleiðingum

SvF hevur í vikuni í samband við, at tað hevur 20 ár á baki, í trý fylgjandi kvøld endursent sendingarnar hjá Høgna Hoydal og øðrum um bankamálið. Hóast nógv er hent í hesi 7-8 árini, síðani sendingarnar vóru gjørdar og okkara vitan um málið er væl størri í dag enn tá, so leggur SvF upp til, at sendingarnar verða endurmettar, grundað á vitan okkara í dag um málið.

Alt gott um tað, men tá ið Ivan Niclasen, sjónvarpsvertur, í lýsing síni av fyrstu sending sigur, at hetta mál kom at kosta føroyska skattgjaldaranum 2,7 mia. kr., tá villleiðir hann longu hyggjaran, sum - um hann ikki er betri vitandi - sjálvandi metir sendingarnar við grundstøðinum, sum SvF hevur lagt í hann.

Kostaði ikki skattgjaldaranum 2,7 mia, men 300 mió. í vinningi
Lýsing Ivans er beinleiðis ósannindi, tí í 1993 bleiv landskassin høvuðspartaeigari í Føroya Banka, sum 30. juni í ár hevði eina roknskaparliga eginogn upp á 1.543 mió kr. Harumframt fekk landskassin í 1998 endurgoldið 1.500 mió. kr. Sostatt hevur Landskassin fyri 2,7 mia. kr. fingið 3,0 mia kr. ella ein vinning upp á 300 mió kr.!

Ivani nýttist ikki at koma við nevndu lýsing, men tá ið hann ger tað, má minsta krav hyggjarans verða, at lýsingin er røtt og ikki tendensiøs!

Sendingarnar politiskt sikti
Skal ikki gera nakra meting av sjálvum sendingunum, tað vildi verið alt ov nógv at komið inn á, nú vit í baksýninum vita, at sendingarnar høvdu politiskt sikti, men bert biðja teir hyggjarar, sum veruliga vilja gera sær eina meting um bankamálið, eisini at skoyta til hina síðuna og lesa áhugaverdu bókina hjá Richard Mikkelsen Færøerne i bankkrisens tegn.

Tað vóru jú ikki danir, sum ynsktu at blanda seg, men føroyingar, sum hálvavegna brutu upp dyr á miðjari nátt í danska forsætismálaráðnum í okt. 1992 og bóðu um hjálp!!