Magni Fles
Klaksvík
???????????
Til jólar kemur nógv fólk á dyrnar at selja eitt og annað. Ein dagin kom eitt barn at selja jólakalendarar. Eg keypti ein seðil, sum kostaði 50 krónur. 16 gávukort verða burturlutað um dagin í 24 dagar. Tað vil siga, at teir 16 handlarnir fáa vitjan av 24 fólkum í part. Men tað løgna var, at tað stóð onki um, hvat virðið á gávukortinum var.
Ein dagin vísti tað seg so, at eg hevði vunnið eitt gávukort frá Gullhorninum. Nakrar dagar seinni var eg í Tórshavn og fór í Gullhornið at avheinta gávukortið. Tá vísti tað seg, at virðið á kortinum einans var 100 krónur, og neyðugt var at keypa fyri tað í handlinum.
Við at hyggja runt í handlinum, kundi eg ikki síggja nakað niðan fyri 100 krónur, sum hevði nakað virði fyri meg, men har var nógv annað, sum eg kundi ynskt mær, men tað mátti eg leggja pening til.
Sjálvur meti eg hesa mannagongd at hava eittans endamál. Tað er at fáa hesi 384 fólkini á gát við einum gávukorti áljóðandi 100 krónur, sum teir í flestu førum vita, at tey onki fáa fyri uttan at tey mugu leggja pening afturat.
Til myndugleikarnar, tit, sum útflýggja hesi loyvi, eiga at hava eina reglugerð, so at fólk, sum stuðla ymisk tiltøk ikki verða villleidd.