At Stóri Mikkjal og teir eru bæði sterkari og eldri enn fótbóltsjassarnir, ger ikki mun. Tað skal Leon superdriblarin nok orðna, so hann fær Willa, ein fyrrverandi professionellan venjara, at venja teir ...
Teir villu fótbóltsjassarnir er tað vit vanliga kalla ein verulig ella autentisk søga. Høvundurin at bókini Joachim Masannek er pápi at høvuðspersónunum Leon og Marlon. Hann var eisini venjari hjá fótbóltsjassunum og fekk hugskotið at skriva um teir, av tí at teir upplivdu so nógv stuttligt. Vinmaður hansara Jan Birck gjørdi teimum eitt eyðkennismerki, sum síðani er vorðið kent um allan heim.
13 bøkur eru skrivaðar um Teir villu fótbóltsjassarnar, og Jan Birck hevur eisini gjørt tær stuttligu tekningarnar inni í bókini.
Í løtuni er filmurin, sum er gjørdur yvir aðru bókina í røðini, í uppskoti at vera besti barna- og ungdómsfilmur 2005.
Joachim Masannek, Die Wilden Fussballkerle, 2003
Týtt Símun av Skarði, Teir villu fótbóltsjassarnir,
Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2005










