30. januar varð Villingardalsvegurin afturlatin fyri allari ferðslu. Kunningin frá kommununi var, at Articon fór at leggja fjarhitarør í vegin vegna Fjarhitafelagið og at Villingardalsvegurin tí fór at vera stongdur ein mánað fram.
Ein mánaður er liðin og nakað væl afturat, men enn er Villingardalsvegurin stongdur.
- Eftir okkara tíðarætlan verður Villingardalsvegurin afturlatin fram til mai mánað, sigur Articon, tá Miðlahúsið spyr nær vegurin letur upp aftur. Tað hevur eisini alla tíðina verið ætlanin. Articon sigur, at arbeiðið gongur skjótari enn ætlað.
- Tað, at vegurin skuldi vera stongdur í ein mánað, er galdandi fyri hvørt einstakt vegastrekki, sum vit arbeiða uppá. So hvørt sum vit førka okkum omaneftir, verða nýggir partar av vegnum stongdir og hinir latnir upp, greiðir Articon frá. Tyrvingin av vegnum verður gjørd í apríl og nýtt asfalt lagt oman á í mai mánaði.
Fjarhitarør skulu leggjast allan vegin oman eftir Villingardalsvegnum, tvørtur um Norðara Ringveg og so víðari oman eftir Gundadalsvegnum oman í Gundadal.
- Alt tað arbeiði skal eftir ætlan vera liðugt áðrenn ólavsøku, sigur umboð frá Articon við Miðlahúsið.
At Villingardalsvegurin er afturlatin hevur merkt morgunferðsluna í Havnini í stóran mun. Bilrøðirnar eftir Sundsvegnum, Vegnum Langa og Hvítanesvegnum eru vorðnar nakað væl longri, meðan Villingardalsvegurin hevur verið afturlatin.
Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu sigur, at talan hevur verið um, at lata Villingardalsvegin upp ávís tíðspunkt á degnum, men tá fyri einsrættaðari ferðslu.
- Tað er kanska nakað, sum vit mugu fara at umhugsa aftur, nú arbeiðið ikki verður liðugt fyrr enn út móti sumri, sigur hann.