Tann villi storkurin í Danmark er útdeyður Tað skrivar blaðið hjá danska fuglafrøðifelagnum.
Blaðið skrivar, at tær seinastu storkapisurnar komu undan í 2000. Nakrir villir storkar vóru í Danmark í fjør, men í ár er eingin. Tað merkir millum annað, at fyri fyrstu ferð í 71 ár er eingin storkur á torninum á dómkirkjuni í Ribe.
Danska fuglafrøðifelagið sigur, at tann villi storkurin hevði síni bestu ár miðskeiðis í 19. øld. Tá vóru umleið 10.000 pør kring landið.