Villeiðandi tíðindaflutningur um dálking frá skipum

Í samband við, at gjørd er kanning av CO2 útlatinum hjá Føroyum sum land, hava ávísir fjølmiðlar, og serstakliga SVF, enn einaferð sæð tað sum sína uppgávu at finna syndabukkar, heldur enn at bera fram sakligan tíðindaflutning, og eru hesir syndabukkara síðani hongdir út í tíðindaflutnigi teirra. Hesuferð vóru tað umhvørvismálaráðharrin og skipaflotin sum fullu í "ónáðið" hjá tíðindafólkunum.

Storm P. tíðindaflutningur:
Storm P segði einaferð, at "...statistikkur er sum ein lyktapeli; hann er góður at lena seg ímóti, men hann lýsir sjálvan væl...". Nakað soleiðis fyrikemur mær tann villeiðandi tíðindaflutningurin hjá serliga SVF fyri, har hagtøl verða brúkt til at "skapað" eina søgu.

Villeiðingin um skipaflotan:
Borið er fram, at "....Føroyar er triðmest dálkandi land í heiminum pr. íbúgva....", punktum. So einfaldur er boðskapurin hjá hesum tíðindafólkum, og beinanvegin loypa politiskir mótstøðumenn og umhvørvisfólk upp, og krevja bæði landsstýrismannin og løgmann at leggja frá sær. Hetta er óseriøsur tíðindaflutningur og óseriøsar reaktióinir uppá kanningina. Og tað sum verri er - hesin óseriøsi tíðindaflutningurin er skaðiligur fyri umdømi føroyinga og fyri útflutningsvinnuna, og í síðsta enda fyri hvønn einstakan føroying.

Tað sum kanningin sigur er, at CO2 útlatið pr. íbúgva í Føroyum er triðhægst í heiminum, og verður eisini víst á eitt býtið millum skip, vinnu, húsarhald o.s.fr., og verður har víst á, at størsti parturin av føroyska CO2 útlátinum er frá skipum.

Men tað sum tíðindafólk og umhvørvisfólk í Føroyum geva eina fatan av er fyri tað fyrsta, at tað bara er CO2 útlat sum er dálking, og harnæst at føroyski skipaflotin er millum mest dálkandi skipaflotar í heiminum. Vanlig fólk sita eftir við eini kenslu av, at tey 247 føroysku skipini sum vóru í føroyska flotanum við árslok 2000 dálka nógvar ferðir meira enn tey t.d. 1797 skipini sum tá vóru í danska skipaflotanum. Hetta er sjálvandi ørvitistos.

Høvuðsvinna føroyinga er fiskivinna, og til fiskivinnu krevjast skip. Tað gevur eina beinleiðis skeiva mynd í hesum førinum at brúka CO2 útlát pr. íbúgva sum mátieind fyri hvat land dálkar meira enn annað. Sum dømi kann nevnast, at meðan donsk húsarhald ikki nýtast at hava hita í húsunum stóran part av summarhálvárinum, er upphiting neyðug nærum alt árið í Føroyum. Og tá talan er um skipini, so er spurningurin hvussu nógv viga skipini í CO2 uppgerðini í m.a. Danmark.

Niðanfyristandandi samanbering av hagtølum av danska og føroyska skipaflotanum vísa, at bæði bruttotonnaga pr. íbúgva, og skipatal fyri hvørjar 1000 íbúgvar, er nógvar ferðir hægri í Føroyum enn í Danmark. Og sjálvandi vil CO2 útlátið tí eisini gerast nógvar ferðir størri hjá skipaflotanum og pr. íbúgva í Føroyum.
Hagtalskelda: Hagstova Føroya og Danmarks Statistik

Omanfyristandandi hagtøl og útrokningar kundi eitthvørt tíðindafólk útvega sær um nakar seriøsitetur var til staðar. Sjálvt tann persónur sum skrivað hevur frágreiðingina um CO2 útlátið hevur í samband við spurningin um diesel ella benzindrivnar bilar víst á, at ein dieselbilur ikki nýtist at dálkað meira enn ein benzinbilur, men slíkt er ongin "søga" í hjá tíðindafólkunum.

Dálking er annað enn CO2:
Einhvør veit, at dálking er meira enn ein spurningur um CO2 útlát. Sum fiskivinnutjóð eiga vit føroyingar at hava nógv størri ampa av tí dálking sum er av havinum enn av tí sum fer upp gjøgnum skorsteinin á 247 skipum. Oljudálkingar, atomorkuavfall frá Sellafield, PCB sum enda í hvalakjøti o.s.fr. Tí er at vóna, at føroyskir myndugleikar og politikarar ikki fara í panikk orsakað av óseriøsum tíðindaflutningi frá føroyskum fjølmiðlum og umhvørvisfólkum, men at ein umhvørvispolitikkur er realistiskur og tekur støði í føroyskum viðurskiftum. At fara at áleggja føroyskum skipum at sigla spakuligt o.l., bert fyri at tippa óseriøs fjølmiðlafólk, er ikki nøkur gongd leið, men vil bert skaða kappingarføri hjá skipaflotanum.

Vindmyllur geva eisini dálking:
Umhvørvisfólk vísa ofta á vindmyllur sum alternativa orkukeldu, og soleiðis er eisini í Føroyum. Eitt sokallað Vindmylluatlas fyri Føroyar varð lagt fram í 2001, har tilmæli var at seta upp 39 vindmyllur kring alt landið. Henda sama frágreiðing umrøður nógvar ymsar orkukeldur, og ger eisini fitt burturúr dálking frá teim ymsu orkukeldunum. Men lítið og onki verður sagt um vansarnar við vindmyllum. Vit vita tó aðrastaðni frá - m.a. í Danmark, sum er frammarliga við vindorku - at fólk ið búgva nærhendis vindmyllum hava stóran ampa av larminum frá vindmyllunum. Fyri nøkrum árum síðani stóð eisini ein forfallin vindmylla sum ein skomm í áravís omanfyri Sandavág. Hon gjørdi onga nyttu og var ikki eitt prýði á nakran hátt.

Eitt sum eisini er vert at hava í huga tá talan er um vindmyllur, er hvørja ávirkan tær hava á aðrar vinnur. Í skotska blaðnum "Scotland on Sunday" frá 17. nov. 2002 var grein um ávirkanina av vindmyllum á ferðavinnuna. Víst var til eina kanning millum ferðafólk, har 95% av teim spurdu vístu á, at tey komu til Skotlands at síggja eina óspilta náttúru. 58% av hesum søgdu, at vindmyllur høvdu eina negativa ávirkan á náttúruupplivingina, og 28% søgdu, at tey vildu ikki fara til støð har vindmyllur vóru.

Tað kann væl verða, at vindorka dálkar luft og annað minni enn aðrar orkukeldur, men sum skotska kanningin vísir, so hava vindmyllur eisini sínar negativu avleiðingar, og dálkað eisini umhvørvi á sín hátt. Tí er umráðandi, at vit ikki takað alt fyri góðar vørur sum ymsir áhugabólkar føra fram, men at orku- og umhvørvisspurningar verða viðgjørdur á einum breiðum grundarlagið.

Einasti rætti mátin at tilevna ein føroyskan orku- og umhvørvispolitikk er, at inndraga umboð fyri bæði myndugleikar, skipaflota, ferðavinnu, umhvørvisfelagsskapir, SEV og allar aðrar bólkar sum á ein ella annan hátt eru partur í umhvørvisspurningum, og at hesir partar í felag verða við til at seta út í korti ein realistiskan orku- og umhvørvispolitikk. Annars kemst ikki víðari, og tað koma framhaldandi at verða óseriøs tíðindafólk sum vilja spinna "søgur sum selja" burturúr málum sum hesum.