Villblómudagur í Norðri

Komið út í náttúruna og hyggið at villum blómum. Tiltakið er ókeypis og krevur ongar fortreytir, sigur Náttúrugripasavnið Í morgin, sunnudagin 17. Juni, skipar Náttúrugripasavnið fyri villblómudegi. Øll sum hava hug sleppa túr við kønum túrleiðarum, sum bjóða plantufrøðiligar upplivingar g siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur. Tað verða 10 túrar kring alt landið, og verða teir allir í náttúruni, har tær villu planturnar vaksa. Túrarnir eru tveir tímar hvør.

Fyriskipararnir heita á fólk um at lata seg væl í, og at taka floruna við, um tey eiga eina. Tiltakið er ókeypis og krevur ongar fortreytir.

Villblómudagur í Norðri er afturvendandi norðurlendsk tiltak.

Túrarnir í morgin liggja soleiðis:

- Úr Trongisvági kl. 10 úr skúlanum, Niels Jacobsen

- Heiman av Sandi kl. 10 við barnaskúlan, Gunnar Bjarnasson

- Tórshavn kl. 10 við tyrlupallin úti við Strond, Anna Maria Fosaa

- Tórshavn kl. 10 við Eikina við Sandá, Magnus Gaard

- Hoyvík kl. 10 við Keypsamtøkuna, Annleyg Patursson

- Velbastað kl. 10 við barnagarðin, Dánjal Jespersen

- Sandavágur kl. 10 Úti á Trøð, Sigga Rasmussen

- Vestmanna kl. 14 Á Fitjasandi, Maria Wilhelm

- Toftavatn kl. 14 við norðara enda á vegnum við Toftavatn, Dánjal Petur Højgaard

- Klaksvík kl. 10 Norðri á Strond, Kári Purkhús