Villas-Boas ávegis til Tottenham

Vrakaði Chelsea venjarin, André Villas-Boas, er í samráðingum við Tottenham, sum fyri kortum gav Harry Redknapp sparkið.

 

34 ára gamli André Villas-Boas kundi ikki brúkast í Chelsea, men nú er líkt til at hann verður venjari hjá grannunum úr Tottenham. Eitt sindur óvæntað valdi Tottenham at geva Harry Redknapp sparkið, eftir fýra góða ár sum venjari.

 

Sambært enska blaðnum, The Guardian, so hevur Tottenham verið í beinleiðis samráðinginum við André Villas-Boas. Blaðið veit eisini at siga, at Everton venjarin, David Moyes, hevur verið ovarliga á ynskilistanum hjá Tottenham leiðsluni.

 

Hóast Tottenham endaði á einum fjórða plássi í Premier League, so sleppa teir ikki at luttaka í Champions League. Hetta tí at Chelsea, sum endaði á sætta plássi, vann Champions League og harvið tekur fjórða og seinasta Champions League plássið frá Tottenham.