Villas-Boas á veg til Chelsea

Eftir at Guus Hiddink í fleiri vikur hevur verið settur í samband við Chelsea sum nýggjur venjari, skriva enskar heimasíður í dag, at enska stórfelagið nú er í samráðingum við Andre Villas-Boas.

 

Tann bert 33 ára gamli FC Porto venjarin setti seg veruliga í miðdepilin, tá hann fyri góðum ári síðani tók yvir eftir Jesulo Ferreira. Hann hevði eitt framúr kappingarár, sum byrjaði við at Porto vann Supercuppina móti Benfica.

 

Síðani vann hann meistaraheitið, steypakappingina og Europa League, og tað eru slík avrik, sum Chelsea leingist eftir.

 

Porto forsetin, Pinta da Costa, viðgongur, at leggur Roman Abramovich 15 milliónir evrur á borðið, so er einki hann kann gera fyri at forða Villas-Boas at fara.

 

Tíðindini eru borin í portugisiskum miðlum í morgun, og nú hava seriøsir miðla í Onglandi, eitt nú Sky News, eisini tíðindini á sínum heimasíðum.

 

Andre Villas-Boas hevur longu arbeitt á Stamford Bridge sum venjari saman við Jose Mourinho, og hann kemur tí ikki til ókendar umstøður.

 

Chelsea hevur leingi samráðst við Guus Hiddink, men verður hann nú ítróttarstjóri í Chelsea, er pláss fyri Andre Villas-Boas sum venjara, skrivar Sky News.