André Villas-Boas hevur gjørt eina avtalu við Zenit St. Petersburg um at gerast venjari har.
Fyrrverandi Tottenham og Chelsea venjarin, André Villas-Boas hevur tikið við einum tveyára sáttmála at verða venjari hjá russiska felagnum, Zenit St. Petersburg, sambært felagnum.
36 ára gamli portugisin, sum fekk fótin í Tottenham í desember, loysir Luciano Spalletti av.
Zenit er vorðið samt við André Villas-Boas um ein sáttmála sum høvuðsvenjari, skrivar felagið á heimasíðu síni.
Spalletti varð koyrdur eftir at felagið tapti fyrru Champions League áttandaparts finaluna móti Dortmund 2-4 heima, og teir fullu eisini niður á annað plássið í heimligu kappingini.
André Villas-Boas tekur við eftir seinnu áttandaparts finaluna móti Dortmund, sum verður leikt í annaðkvøld.
• 1977: André Villas-Boas verður føddur í Porto 17. oktober
• 1993: Arbeiðir sum sáttmálaleikari undir Sir Bobby Robson í Porto
• 1994: Tekur UEFA C venjara lisens í Skotlandi
• 2002: Verður partur av Jose Mourinho toymi í Porto
• 2004: Fylgir Mourinho til Chelsea
• 2008: Fylgir Mourinho til Inter
• 2009: Verður høvuðsvenjari hjá Academica
• 2010: Verður høvuðsvenjari hjá Porto
• 2011: Vinnur heimligu kappingina, steypakappingina og Europa Lerague
• 2011: Kemur til Chelsea, men verður koyrdur tíðliga í 2012 eftir 40 dystir
• 2012: Loysir Harry Redknapp av sum venjari i Tottenham
• 2013: Førir Tottenham til 5. pláss og áttandaparts finaluna í Europa League, men verður koyrdur næsta kappingarár










