IRONMAN
Fyri aðru ferð í ár var Súsanna Skylv árla sunnumorgunin við í einari kapping í hálvum Ironman, sum fevnir um 1,9 kilometra svimjing, 90 kilometra súkkling og 21,1 kilometra renning. Hesa ferð var hon og kappaðist í fimtu útgávuni av Ironman 70.3 í Monaco, sum er ein av stóru kappingunum.
Í mai mánaði fekk hon gott úrslit í einari sama slag kapping í Eysturríki, og nú vildi hon royna seg eina ferð aftrat. Undan fráferðini hesa ferð, greiddi Súsanna millum annað frá, at lendið í Monaco, har kappingin skuldi verða, var meira »kuperað« – men tað skuldi vísa seg at vera lítið av miklum.
– Har, sum tað var bratt, var tað bara nakað so øgiliga bratt, at eg havi ikki upplivað nakað líknandi. Bæði í renningini og súkklingini kom eg hálvavegna í neyð av undanbrekkunum, sum vóru nógv verri enn í Føroyum, tí samstundis sum eg skuldi royna at fáa eina góða tíð, mátti eg eisini ansa serliga væl eftir, tí ferðsla var allastaðni, sigur Súsanna.
– Eg haldi, at tey koyrdu nokk so vilt, hasi fólkini, sjálvt um tað var bæði bratt og smalt. Longu, tá eg sá rutuna, mátti eg meira ella minni broyta málið, eg hevði sett mær. Og meðan kappingin var í gongd, mátti eg fleiri ferðir velja at hugsa minni um at kappast og meira um at súkkla ella renna skilagott og trygt.
Bratt og smalt
Súsanna Skylv sigur, at á sløttum og í mótbrekku var hon fult á hædd við tær, hon kappaðist við, men at hon slett ikki var til reiðar at taka teir stóru kjansirnar í undanbrekku. Og serliga heldur hon, at hon má vera tekniskt betri fyri á súkkluni, skal hon aftur taka slíkar túrar omaneftir, sum talan her var um.
– Svimjingina var eg væl nøgd við, tí hóast vit startaðu øll í senn, kom eg væl frá tí. Somuleiðis var eg nøgd við áttanda plássið, tí hetta var veruliga ein avbjóðing fyri meg. Eg má viðganga, at hetta var nógv villari, enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Súsanna, sum tó hevði eina góða ferð.
– Nú havi eg so roynt hetta, og tað skerst ikki burtur, at hetta var ein uppliving. Eg og vinkonan, sum var við mær, hugnaðu okkum í Monaco, samstundis sum hetta fyri meg var krevjandi, bæði mentalt og fysiskt. Og eg ivist í, um eg nakrantíð aftur farið til hesa kappingina í Monaco. Tað verður so í øllum førum ikki í bræði.