Gongdin er so vánalig í Aston Villa, at trýstið á venjaran, Paul Lambert, bara veksur. Felagið er á 13. plássi og trý stig frá niðurflytingarstrikuni, men serliga gongur tað stak illa hjá Christian Benteke, Gabriel Agbonlahor og hinum á liðnum at skjóta mál.
So illa gongur tað, at um ein sammetir Aston Villa við øll hini liðini í Onglandi, so eru heili 367 lið betri til at skjóta mál enn teir í ár – heilt frá Premier League og til níggjundu bestu deildina, har Sunderland RCA hevur skotið færri mál enn Aston Villa. Teir hava skotið átta mál, meðan Aston Villa hevur skotið 11 mál.
Aston Villa hevur í ár skotið 0,52 mál í miðal fyri hvønn dyst, og tað er tað í løtuni tað vánaligasta í søguni í Premier League. Kappingarárið 2007/08 skeyt Derby 0,53 mál í miðal fyri hvønn dyst, men heldur málturkurin í Aston Villa fram, so er vandi fyri, at teir seta ivasama metið.