4-1 gjørdist úrslitið, eftir at Spania í steðginum hevði verið á odda 2-0.
David Villa skoraði til æði 1- og 2-0 í einum hálvleiki, sum prógvaði, at Russland hevur stórar trupulleikar í verjupartinum.
Villa stóð eisini fyri triðja málinum, tá hann snýtti verjuspælara, áðrenn hat-trick´ið varð veruleiki.
Eftir hetta dalaði intensiteturin nakað nógv, og móti dystarenda kundi Pavluchenko minkað um munin eftir hornaspark.
Villa átti tó seinasta orðið, tá hann var heilin í einum framúr vøkrum álopi, sum endaði við, at (rangstaddi) Fabregas tveitti seg og stútaði returbólt í kassan.