Aston Villa hevur suspenderað hjálparvenjaran, Ian Culverhouse, og fótbóltsstjóran, Gary Karsa, meðan ein innanhýsis kanning verður sett í verk.
Gordon Cowans og Shay Given eru fyribils settir sum hjálparvenjarar hjá Paul Lambert, sigur felagið.
Felagið sigur tó einki um, hví Culverhouse og Karsa eru koyrdir frá.
Teir báðir komu til felagið saman við Lambert í juni 2012, eftir at hava starvast saman við honum í Colchester, Wycombe og Norwich.
Fyrrverandi Villa miðvallarin, 55 ára gamli Cowans, kemur frá einum leikluti sum menningarvenjari, meðan 37 ára gamli Given, sum er varamálverji í felagnum, og júst kom aftur frá einari lánitíð í Middlesbrough síðst í februar.
Endaskráin hjá Aston Villa:
Leyg 19. apríl: Southampton (H)
Leyg 26 apríl: Swansea (Ú)
Leyg 03 mai: Hull (H)
Mik 07 mai: Man City (Ú)
Sun 11 mai: Tottenham (Ú)