Sjónvarpstól fangaðu annars Villa í at langa út eftir verjuleikaranum undir einari deyðbóltsstøðu, har hin eftir øllum at døma traðkaði Vilja á tærnar, men eingin av dómarunum legði merki til støðuna beint tá.
FIFA hevur síðani hugt eftir upptøkunum, men fann onga orsøk at revsa Vilja, sum skoraði bæði málini móti Honduras.
Hetta merkir at David Villa verður tøkur til dystin hjá Spania móti Kili fríggjadagin.










