Bolton fekk fyrr í dag vitjan av Tottenham. Tann dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bolton kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Kevin Davies. Í seinna hálvleiki svaraði Tottenham aftur. Jermain Defoe javnaði og restina av dystinm royndi Tottenham at trýsta, men tað eydnaðist ikki at fáa avgerandi málið.
Aston Villa var í London og vitjaði Crystal Palace, sum til dagligt spælir í næstbestu deildini. Johannes Ertl og Darren Ambrose løgdu óvanta vertirnar á odda 1-0 og 2-1, men fyrst svaraði James Collins aftur og tríggjar minuttir fyri tíð, skoraði Stiliyan Petrov til endaliga úrslitið 2-2.
Fulham vann greitt á heimavølli á umstrídda Notts County, sum spælir í League Two. Úrslitið gjørdist 4-0. Simon Davies, Bobby Zamora, Damien Duff og Stefano Okaka skoraðu málini.
Umdystirnir verða spældir 24. februar
Úrslitini í FA Cup hetta vikuskifti:
Bolton - Tottenham 1-1
Chelsea - Cardiff 4-1
Crystal Palace - Aston Villa 2-2
Derby County - Birmingham 1-2
Fulham - Notts County 4-0
Manchester City - Stoke 1-1
Reading - WBA 2-2
Southampton - Portsmouth 1-4