Villa leiðir Valencia á tindin

EM-toppskjúttin David Villa er í stórformi, og hann hevur nú skotið felagið hjá sær, Valencia, upp í toppin í sponsku landskappingini. Um vikuskiftið vann Valencia 4-0 á Numancia, og David Villa skoraði tvey mál í dystinum. Hann hevur nú skotið 8 mál í 6 dystum. Valencia liggur nú á odda við 19 stigum. Í hølunum á teimum eru Villareal, Real Madrid og Barcelona.