Villa ivasamur móti Real

Atletico Madrid áleyparin, David Villa, er ivasamur í fyrra hálvfinaludystinum í Copa del Rey móti býarbørnunum frá Real Madrid mikukvøldið.

Atletico Madrid áleyparin, David Villa, er ivasamur í fyrra hálvfinaludystinum í Copa del Rey móti býarbørnunum frá Real Madrid mikukvøldið.

 

32 ára gamli spanski áleyparin fekk ein skaða í lærið í 4-0 sirginum móti Real Sosiedad og var skiftur út eftir 41 minuttum.

 

Real áleyparin, Christiano Ronaldo, verður tøkur til dystin á Bernabeu hóast reyða kortið móti Athletic Bilbao. Øll revsing rakar bert landskappingardystir.

 

Real Madrid heimsmets keyp, Gareth Bale, sum ikki var við í 1-1 dystinum sunnudagin orsakað av skaða í tjúkkanum, verður væntandi eisini klárur.

 

24 ára gamli Bale hevur bert verið við í 13 landskappingardystum, við skaðum í tjúkkanum og beinunum. Hann hevur kortini megnað at skora 10 mál í øllum kappingum.

 

Bæði feløg hava staðið seg væl í bestu steypakappingini í Spaina, har nýggja oddaliðið í La Liga, Atleticohevur vunnið kappingina 10 ferðir, meðan Real hevur vunnið heilar 18 ferðir.