Villa bjargaði enn eina ferð Spania

Tað var alt annað enn ódramatiskt, tá Spania vann á Paraguay í kvøld. Fyrri hálvleikur var ikki so hendingaríkur, men tá ein góður tími var spældur, kom dramatikkur í. Gerard Piqué heldur fast í Óscar Cardozo og dómarin dømir brotsspark. Cardozo tekur brotssparkið sjálvur, men Iker Casillias bjargar Spania. Minuttin eftir er brotsspark í hinum endanum, tá David Villa verður feldur. Xabi Alonso skoraði, men dómarin kolldømdi málið, tí teir sponsku leikararnir vóru ov skjótir inn í brotssteigin. Tað seinna brotssparkið bjargaði Justo Villar í málinum hjá Paraguay.

 

Tað var ikki fyrr enn sjey minuttir vóru eftir av dystinum, at Spania fekk hol á. Spania vísti gott spæl, sum endaði við at Andres Iniesta fór rekandi framvið fleiri og spældi Pedro leysan. Hann rakar stongina og David Villa er fyrstur á returinum og umvegis báðar stengurnar fær hann bóltin í málið.

 

Spania skal í hálvfinaluni møta Týsklandi.

 

Paraguay ? Spania(0-0) 0-1

0-1 David Villa (83)