- Hin villa Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans fyri ørskapi.
Tað sigur listafrøðingurin, Inger Smærup Sørensen um Elina Josefinu Smith, sum letur lista framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin klokkan 16.
Framsýningin, sum gongur undir heitinum, A Tribute to Life, er opin til 27. november.
Men tað er ikki hetta slagi av mentaðum, køldum akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast og njótast í smáum, sum eyðkennir listakvinnuna.
Men tað er tann rætti ørskapurin, tann rái, ótamdi ørskapurin!
- Elin Josefina Smith hevur serligan ans fyri tí hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og lógleysa og í verku hennara hevur ørskapurin sítt egna viðri, sigur listafrøðingurin.