Vejle við Viljormi Davidsen á vøllinum megnaði í kvøld at seta eina striku í rokningina hjá einum av favorittunum í næstbestu donsku deildini, AGF. Tað gjørdu teir við at heldur óvæntað vinna 1-0 á útivølli.
Viljormur Davidsen og Daniel Norouzi hava verið í tøttum dysti um at spæla á vinstra bakki, men í kvøld hevð venjarin valt at flyta Viljorm fram á vinstra vong, meðan Norouzi røkti plássið á vinstra bakki.
Sambært fjepparasíðum hjá Vejle var tað óvæntað, at Christian Sivebæk slapp at byrja í álopinum, men tað var ikki verri enn so, at hann legði Vejle á odda í 27. minutti. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki legði AGF trýst á fyri at fáa útjavnandi málið, men Vejle stóð væl í verjustøðu og ruddaði alt burtur av vandaleið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Viljormur fluttur á vinstra bakk, har hann - eins og á vonginum - kom væl frá uppgávuni við fleiri góðum inntrivum og ikki minst fleiri góðum spælingum fram eftir vøllinum.
Vejle megnaði at verja 1-0-sigurin í hús og fáa fyrsta sigurin ímóti AGF á útivølli í 15 ár. Tey trý stigini koma væl við hjá Vejle, sum nú hevur 10 stig og eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið hevur innlimað seg í stríðið miðskeiðis í deildini. Tað eru sjey stig til aftasta pláss og seks stig til fremsta pláss. Tó hevur Vejle spælt ein dyst fleiri enn næstan øll hini liðini.
Næsti dystur hjá Vejle verður fríggjadagin í næstu viku á heimavølli ímóti Skive.