Næstbesta danska deildini fór í dag av bakkastokki aftur eftir at hava verið í summarfrí seinastu vikurnar.
Ein føroyingur var ímillum leikararnar sum fóru á vøllin í dag í næstbestu deildini. Tað var Viljormur Davidsen, ið sum vant byrjaði inni á vinstra bakki fyri Vejle, sum spældi á útivølli móti HB Køge.
Og sigast má, at kappingarárið byrjaði framúr væl fyri føroyska landsliðsleikaran. Vejle Boldklub vann nevniliga dystin móti HB Køge 3-1, har Viljormur Davidsen legði upp til tvey av málunum.
Vejle kom annars afturum í dystinum, men við tveimum uppleggum frá Viljormir Davidsen – ávikavist til 1-1 málið og 2-1 málið, eydnaðist tað Vejle at koma á sigurskós.
Viljormur Davidsen spældi allar 90 minuttirnar fyri Vejle.










