Viljormur verður vónandi við

Ári Mohr Jónsson er farin til hús, meðan tað verður vónað, at tað fer at eydnast at fáa Viljorm Davidsen úr sóttarhaldinum

Í morgin vera ongar kanningar í Vágum, tá ið flogførini fara at lenda. Myndugleikarnir hava gjørt av, at frá fyrsta september skulu tað ikki vera kanningar.

 

Í gjár vóru kanningar, og aftur í dag eru tað kanningar. Í gjár varð staðfest, at eitt av ferðafólkunum hevði smittuna. Tí eru fleiri, sum umborð í flogfarinum sótu í nánd av hesum smittaða ferðafólkinum, nú í sóttarhaldi. Millum hesi eru landsliðsspælararnir Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson. Á tíðindafundi undan venjingini á middegi í dag segði Håkan Ericson landsliðsvenjari, at vinstri vongverjin hjá HB, Daniel Johansen, er boðsendur, og hann er við í venjingini nú á middegi.

 

Ári Mohr Jónsson er farin til hús. Tað er Viljormur Davidsen ikki. Håkan Ericson upplýsti á tíðinafundinum, at tað verður arbeitt við at fáa Viljorm Davidsen úr sóttarhaldinum.

 

Viljormur Davidsen hevur fingið seinna prikið, og seinni í vikuni fer vaksinan í seinna prikinum at vera fult virkin. Tí verður vónað, at Viljormur verður tøkur at vera við, tá ið Føroyar leygarkvøldið fara at spæla ímóti Danmark.

 

Tað er møguleiki fyri, at Daniel Johansen verður vongverji í vinstru, tá ið Føroyar mikukvøldið fara at spæla ímóti Ísreal. Ein annar møguleiki er, at liðið verður umskipað soleiðis, at onkur annar av verjuspælarunum verður vongverji í vinstru.

 

Um tað gongur, sum tað í landsliðsleguni verður vónað, so verður Viljormur Davidsen vongverji í vinstru leygarkvøldið, tá ið Føroyar og Danmark bresta saman.