Viljormur var liðskipari

Landsliðsleikarin Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, tá ið liðið vann venjingardyst í dag

Vejle, sum júst er flutt upp aftur í bestu donsku kappingini, sum byrjar um stutta tíð, spældi í dag venjingardyst móti FC Sydvest úr triðbestu donsku kappingini.

Viljormur byrjaði á vinstra bakki, og hann var eisini liðskipari hjá Vejle, sum vann dystin greitt 4-0. Viljormur Davidsen bleiv skiftur út, tá ið 62 minuttir vóru leiktir av dystinum.