Viljormur í triðbestu deildina

Liðið hjá Viljormi Davidsen, FC Fyn, tapti í gjárkvøldið og skal sostatt spæla fóbólt í triðbestu donsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár. Sama úrslit og sama lagna er eisini veruleiki hjá Øssur Dalbúð.

 

Ein sigur var eitt krav hjá FC Fyn, sum tók í móti HB Køge, ið longu hevur tryggjað sær pláss í bestu donsku fótbóltsdeildini næsta kappingarár. Sostatt var uppgávan ikki løtt og eftir bara sjey minuttum vóru gestirnir á odda við tveimum málum. Tað eydnaðist tó Viljormi og liðfeløgum hansara at vinna seg inn aftur í dystin, so tá farið var til hálvleiks var støðan 2-2.

HB Køge dróg frá aftur í seinna hálvleiki og gjørdi tvey mál, áðrenn FC Fyn pyntaði um úrslitið til 3-4 stutt fyri leiklok. Viljormur Davidsen, sum júst hevur fingið landsliðsboð, spældi dystin á tamb á bakkinum.

FC Fyn noyðist eftir tapið, eins og liðið hjá Øssur Dalbúð, niður í triðbestu donsku deildina. Hjá FC Fyn gjørdist hetta veruleiki í gjárkvøldið, meðan hesin veruleiki gekk fram fyri teir í Hvidovre Dýra Biðidag. Í gjárkvøldið spældi Hvidovre í móti Fredericia, men eisini her gjørdist talan um tap. Øssur Dalbúð var partur av hópinum hjá Hvidovre, men slapp ikki upp í part.