Viljormur Tórsheim in memoriam

So fór hann eisini, vinmaðurin, trímenn­ing­urin. Als ikki mettur av døgum, hóast hann gekk móti teimum 89.

Hjá reiðfólki vættist mangt eyga, tá ið tíðindini bórust um, at bjartasta ljósið hjá felagnum var slóknað: Heiðurslimurin í Føroya Ríðingarfelag. Og so stutt eftir merkimenninar, Aksel hjá Poul Hansen og Jens hjá Karl á Tórgarði. Vorðið sum missur hjá felagnum, men mest hjá teim­um nærmastu, sum vit syrgja saman við. Men minnini eiga vit eftir. Og tey verða drúgv.
Viljormur var ein hin kendasta parturin av býarmyndini, var við uppií so nógvum og væl umtóktur, hóast at hann kundi vera í so bítskligur við hvørt. Eisini her fer hann at verða stórliga saknaður.
Eg ætlaði mær at skriva eina neyva lýsing av Viljormi og partar av lívi hansara, men fekk so hugskotið frá einum vinmanni at endurnýta eina rímandi talu, sum eg gjørdi til, og um Viljorm, til ein rundan føðingardag hjá honum fyri nøkrum árum síðani. Av henni átti at sæst, hvat ið hann hevur tikist við, og hvussu stór virðingin var fyri hesum merkismanni.
Hvíl í friði, kæri vinur.

Til mín góða vin Viljorm
Skyldmann, skilamann, sambandsmann!
Hornamann, sum ikki enn hevur runnið hornini av sær.
Vertskapsmann. Vinanna vin.

ViljOrmur! Vorðið sum vágiligt og virðiligt navn!
ið rýkur av raskleika, roki og rossi
og Kornusar kvæði:
"Tað var reysti Viljormur, hann sínum svørði brá"
og
"Viljormur reið í herin fram"
og reglan um kappríðing hansara á Skemmingi:
"Viljormur sprakk í oddan fram".

Og eftirnavnið! Kann ikki vera hóskiligari
fyri Havnarborgara og samstundis heimsborgara,
tá hann húsvandur ferðast í heimi Tórs og annara guda,
og tá ið hann – tignarliga – ber fram sínar
mentaðu megnarrøður.

Viljormur vinmaður er vakur maður,
bæði ásýniligur og ásýntur.
Ásjónin grisk gudaborin
Nøsin hábærslig og fínliga risin
sum Svartbakstindur í rísandi sól.
Eyguni gløgg, blá
skiftandi ímillum bítskan skerping og brosandi lýkku
– Stundum – sorgbitin sár.

Spelkin spákar hann.
Stígur snarur og snúiliga í saðilboga.
Ríður reystliga um reyn í sólarroða.
Fattur sum ein kongur.
Ungligur sum ein drongur.

Meira verður ikki um hamin greinað.

– – – –

Sinnalagið:
Ein virtuos kompositión av sandpappíri,
ánni úti í Horni, vulkanini Vesuv og kelduni Vígdá,
vígda, sáttliga vatnæðrin undir Sunnaraskarði:
Virkin, perlandi og reint lyntur sum løkurin.
Vanliga mildur og mjúkur sum baksíðan av blankiblaðnum –
sum ikki rispar hvast.

Men av og á – eisini óvæntað –
gresjar hann við grovkornuta pappírinum
sum fær gosfjøll at goysa.

Tá flýggja fólk og fæ.
_ _ _ _ _

Nei vinur okkara Viljormur er als eingin keðilig bløka
ella hálvur kveistur, sum sópar skarn undir borð,
men háttvirdur høvdingi,
sum heldur sítt orð.
_ _ _ _ _

Hegnisligt handalag hevur hann frá ættini í bæði borð.
Faðirin, Vilhelm í Horni,
Havna-Vilhelm, Brúgva-Vilhelm,
var fúrstin, sum hvønn jólaaftansdag,
á føðingardegi sínum,
í føroyskum festbúna,
játtaði tokka sín til ommu,
sum onkuntíð var fosturmamma hansara,
við at trína inn um gátt hennara
við einari tign,
sum hevjaði hann heiðurliga
til einasta keisara í Føroyum,
á sama hátt sum greivin í Bø var einasti greivi
og biskuppur í Bø einasti biskuppur har.

Kongur búði eisini í Bø!

Lætta, skemtiliga, tó viðkvæma, sinnið,
hegnið og stóra hjartað
hevur vinur okkara Viljormur
eisini eftir móður síni Onnu,
dóttir hegnarmannin Napolion uppi í Lon.

Hesu stórbaru, virksomu konu,
sum kveistraði hvørja byrðu til viks,
og við breiðu bringu síni varliga fevndi
um hálva sneis av børnum,
alt Bøfressar,
sum stetlaðu ímillum vakurt og væl
á teimum við Tórshamara snøggaðu steinunum
í Tórstúninum rundan um smáu, rúmsáttu
Tórsheimhúsini í Tórshavn.

Viljormur, vitugi vinmaður okkara
er margbroyttur maður.
Royndir hansara rúma um annað enn ross:
Fyrrverandi byggimatadorur
Byrsumaður, sum ikki brýggjar seg um byrsur
og byrsumenn
Kappróðrar- og kappríðingarmaður, kappi.
Keypmaður og Klubbamaður.

Talari, temjari og traðarmaður.
Trolaramaður
við Norðbúgvanum á Norðurhøvum,
har teir eftir einum túri
í fjøruti fimm
fiskaðu fyri fýra fimtingar av føroysku fígggjarlógini.
Tá.

Ferðamaður, fundarmaður og felagsmaður
Oftani formaður.
Oxygenmaður: Ilt og gass
"Mest gass", hevur argasti vinur hansara sagt.
Í hvussu er hann átti at tagt.

_ _ _ _ _

Góði vinur okkara Viljormur!
Tilukku. Og takk
fyri ríðibreyt og ríðiferðir
suður undir Kamb
Sreymoynna á tamb
eftir Oyggjargøtu.
Av Oyrabakka í Elduvíkslíð
Av Hornafirði við Hornamonnum
til Egils stað og Eiðar
Av Seyðisfirði til Heraðsflóa
Og av Skagafirði
til Gullfoss og Geysir.

Takk fyri ferðir saman
at síggja føroyskan fótbólt
í fremmandum londum við
landsliði Føroya,
har vit sjeikar svóvu, snorkaðu og skálaðu
siviliseraðir saman
uttan at synda stórliga

Harafturat takk fyri hvønn heilsugevandi
dropa at dryppa í viski
úr vatnlindini Vígdá.

Og takk fyri góðveðursløtur
í Grønu Brekku undir Neytaskarði
og óveðursløtur
tá nøtrandi stóð hvør varði.

Men allarmest takk fyri Viljormur, veldugi vinur,
at tú, eins og veðurlagi
í føðilandinum Føroyum,
álítandi óstøðugt og støðugt skiftandi
ert tann, sum tú ert.

Vamm er í hvørjum góðgripi.
Mong eru ellis vomm. Tó ikki hjá tær.
Vinur er hann, ið vomm sær.

Á føðingardagsmorgni

Heðin í Horni