Viljormur og Vejle í Superliguni

Dramatikkur í næstbestu deildini í Danmark í dag, har Viljormur vann á Jákupi Thomsen

Seinasta umfar í næstbestu deildini í Danmark hevur verið í dag. Við 2-0 sigri á Thisted er Vejle BK og Viljormur Davidsen í Superliguni. Tað var dramatikkur til seinasta sekund, tá Vendsyssel vann sær rættin til at spæla um uppflyting, meðan Viborg stendur eftir við ongum.

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra vongbakkinum hjá Vejle í dag. Gestirnir úr Vejle vóru á odda 1-0 í hálvleikinum og vórðu sjáldan trýstir av vertunum. Seinastu tjúgu minuttirnar kom U21 landsliðsspælarin, Jákup Thomsen, á vøllin. Hann hevði eina skotroynd, men meir enn tað bleiv tað ikki til.

 

Vejle BK er aftur í Superliguni fyri fyrstu ferð í níggju ár. Esbjerg og Vendsyssel spæla um uppflyting.