Viljormur Davidsen og liðfelagar hansara í Vejle kunnu iðra seg um dystin teir spældu í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Á gamla heimavøllinum hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge spældi Vejle javnleik 1-1 ímóti HB Køge. Vejle kom á odda longu aftaná 14 minuttir, tá Andreas A. Nielsen legði teir á odda.
Í 52 minutti fekk Simon Richter hjá HB Køge tað reyða kortið fyri eina grova takling ímóti Viljormi Davidsen. Hóast teir vóru 11 ímóti 10 tað mesta av seinna hálvleiki eydnaðist tað kortini ikki hjá Vejle at vinna dystin. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Sebastian Krogdahl til 1-1.
Vejle liggur á 6. plássi í tí næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 31 stigum. Teir hava 8 stig upp til Horsens, sum er á 2. plássi. Tvey tey fremstu liðini flyta upp í bestu fótbóltsdeildini.










