Vejle, har Viljormur Davidsen spælir við, hevur blandað seg upp í oddastríðið í næstbestu donsku deildini og er nú nærri uppflyting til Superliguna.
Vejle vann í dag 4-3 ímóti AC Horsens. Sigurmálið hjá Vejle skeyt Anders Kaagh í 94. minutti eftir at AC Horsens annars hevði javnað til 3-3 í 91. minutti.
Hetta var sera umráðandi, tí nú er Vejle einans tvey stig aftanfyri júst AC Horsens í kappingini um 3. og seinasta uppflytingarplássið.
Viljormur Davidsen var ikki við í hópinum í dag. Hann situr uttanfyri við skaða.