Viljormur í Heiðunum Davidsen var aftur liðskipari hjá Helsingborg í kvøld, tá liðið framdi helst besta avrikið í bestu svensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Undan dystinum á útivølli móti gamla stórliðnum, IFK Göteborg lá Helsingborg næstaftast í deildini við 14 stigum.
Tað eydnaðist Helsingborg at vinna dystin 3-1, og harvið toga seg upp á triðaftasta plássið.
Amar Muhsin legði Helsingborg á odda 1-0 tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum. Bert tveir minuttir seinni javnaði IFK Göteborg til 1-1, men beint undan steðginum legði Rasmus Wiedesheim-Paul Helsingborg á odda 2-1.
Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, í 96. minutti staðfesti Wilhelm Loeper sigurin hjá Helsingborg.
Helsingborg hevur 17 stig á triðaftasta plássinum, sama stigatal sum Degerfors, ið liggur á næstaftasta plássinum. Aftast er Sundsvall við 10 stigum. Tvey tey niðastu liðini flyta niður við kappingarlok. Liðið sum endar triðaftast sleppur at spæla tveir dystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini við kappingarlok. Helsingborg hevur sjey stig upp til Varberg, ið er fjórðaftast við 24 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Helsingborg heimadyst móti Malmö FF. Talan verður um eina grannauppgerð, har ofta verður farið til stálið.