Viljormur og Helsingborg taptu í yvirtíðini

Helsingborg misti javnleikin í 95. minutti

Viljormur í Heiðunum Davidsen var aftur liðskipari hjá Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Hann og liðfelagarnir í Helsingborg spældu á útivølli móti Värnamo. 

 

Tá 35 minuttir vóru farnir hevði Marcus Antonsson skora tvær ferðir fyri Värnamo, men beint undan steðginum megnaði Amar Muhsin at minka um munin til 2-1.

 

Tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Amar Muhsin til 2-2, og leingi sá út til, at Helsingborg fór at fáa eitt gott stig heim við sær aftur til Skåne.

 

Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Marcus Antonsson stóra hetjan hjá heimaliðnum við at skora sigursmálið til 3-2.

 

Helsingborg er næstaftast í deildini við 14 stigum. Tó eru bert tvey stig upp til triðaftasta plássið, ið gevur rættin at spæla tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini.

 

Komandi mánakvøld hevur Helsingborg torføran útidyst móti gamla stórliðnum, IFK Göteborg.