VIDEO: Viljormur og Helsingborg fingu kærkomið stig á útivølli

(Video) Helsingborg hevur nú spælt 15 av teimum 30 dystunum í bestu svensku deildini

Viljormur Davidsen var aftur liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Helsingborg fingu eitt hart tiltrongt stig í niðurflytingarstríðnum.

 

Helsingborg var á vitjan hjá Varberg, og tað eydnaðist Viljormi og liðfeløgunum at spæla javnleik 0-0.

 

Helsingborg er nú aftast við sjey stigum fyri 15 dystir. Helsingborg skal spæla 30 dystir í Allsvenskuni, og í 15 teimum seinnu dystunum mugu teir fáa væl meira enn sjey stig um teir skulu sleppa undan beinleiðis niðurflyting.

 

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Helsingborg ein lykladyst móti Sundsvall á heimavølli á Olympia-vøllinum í Helsingborg.

 

Sundsvall liggur triðaftast við 10 stigum, og kann Helsingborg koma upp á 10 stig við at vinna á Sundsvall sunnudagin. Liðið sum endar triðaftast í deildini spælir tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðovasta llðnum í næstbestu deildini, tá kappingin í Allsvenskuni er liðug. 


HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Varberg-Helsingborg 0-0:

 

##med2##