Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Helsingborg, ið aftur var fyri tapi í bestu svensku fótbóltsdeildini í kvøld.
Helsingborg tapti 0-2 fyri IFK Norrköping á útivølli. Norrköping hevði í dystinum seks royndir á málið hjá Helsingborg. Helsingborg hevði onga roynd á málið hjá Norrköping. Tó hevði Helsingborg onkra roynd uttanfyri málrammurnar hjá Norrköping.
Talan er um fimta tapið á rað hjá Helsingborg, ið liggur næstaftast í deildini við bara 17 stigum. Seks stig eru upp til Degerfors, ið liggur triðaftast við 23 stigum. Liðið sum endar triðaftast spælir tveir Play Off dystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini.
Helsingborg hevur bara tríggjar dystir eftir at leika. Tann fyrsti av teimum er móti júst Degerfors á heimavølli komandi sunnudag klokkan 14. Fær Helsingborg ikki trý stig móti Degerfors er niðurflytingin veruleiki.
Seinastu dystirnir hjá Hammarby eru móti Elfsborg á útivølli, og móti Hammarby á heimavølli.