Viljormur longt sáttmála

- Sáttmálin er ein viðurkenning av, at eg havi gjørt tað gott, sigur Viljomur Davidsen

Føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, sum spæla í næstbestu donsku deildini.

 

Viljormur Davidsen fekk ein hálvt ára sáttmála í summar,  tá hann aftaná eina væl eydnaða royndarvenjing í august mánaði fór til liðið í Suðurjyllandi. Sáttmálin er nú forlongdur til á summri í 2014.

 

- Eg eri ótrúliga fegin um mín nýggja sáttmála. Tað er gott, at vit hava fingið hetta upp í lag, tí mær dámar væl í Vejle Boldklub. Tann nýggi sáttmálin er ein viðurkenning av, at eg havi gjørt tað gott, og tað er deiligt, at felagið trýr uppá meg, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðina hjá felagnum.

 

Eisini ítróttarstjórin í Vejle Boldklub fegnast um sáttmálan.

 

- Eg eri fegin um, at vit longu longu nú eru blivnir samdir um, at Viljormur Davidsen í minsta lagi spælir við Vejle Boldklub kappingarárið út. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit halda fast við tann hópin, vit hava, og tí hópinum er Viljormur Davidsen ein umráðandi partur av. Hansara avrik higartil hava víst, at hann er ein ógvuliga góður fótbóltsspælari, sigur ítróttarstjórin, Mads Bro Hansen.