Viljormur leingir sáttmálan við einum ári

Viljormur Davidsen hevur longt sáttmálan við Vejle til 1. juli í 2019

Viljormur Davidsen hevur spælt við Vejle síðani 2013, og tað fer hann eisini at gera komandi kappingarárið.

 

Vejle Amts Folkeblad skrivar, at partarnir eru blivnir samdir um at leingja sáttmálan við einum ári, so sáttmálin nú gongur út 1. juli í 2019.

 

Jacob Krüger, ið er tekniskur leiðari hjá Vejle sigur við Vejle Amts Folkeblad, at Viljormur Davidsen hevði eitt gott kappingarár, og hann fekk fulla spælitíð í teimum allarflestu dystunum.

 

Viljormur Davidsen hevði næstflest upplegg til mál hjá Vejle farna kappingarár. 

 

Komandi kappingarár verður Vejle fyri fyrstu ferð í tíðini hjá Viljormi Davidsen í felagnum at finna í donsku superliguni, ið er ein stór eyka avbjóðing hjá Viljormi.