Føroyski landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, sum seinastu tíðina hevur sitið uttanfyri við skaða, hevur í dag verið undir skurði.
Tað var av fyrstan tíð ein skaði í lærkrikanum, ið plágaði Viljormur. Hetta var eisini orsøkin til at hann mátti melda avboð til landsdystin á heimavølli móti Grikkalandi.
Síðani hevur Viljormur fingið staðfest at hann hevur havt sportsbrokk, og tí varð noyddur at fara undir skurð.
Viljormur hevur í dag verið undir skurði, og alt gekk væl hjá føroyska leikaranum.
- Alt gekk sum tað skuldi við skurðviðgerðini, og gongst sum ætlað, verið eg aftur á vøllinum um umleið fýra vikur.
Orsakað av drúgva skaðanum, hevur Viljormur ikki leikt síðani 26 apríl, tá hann við Vejle spældi á heimavølli móti AGF.










