Viljormur í Heiðunum Davidsen hevur verið tolin hetta kappingarárið. Hann hevur ikki so ofta fingið álitið at byrja inni fyri Vejle eins og hann hevur fingið tey undanfarnu kappingarárini í Vejle.
Hetta hevur eisini merkt, at tað hevur gingið heldur seint hjá honum at taka metið hjá onglendinginum Julian Barnett, ið til í kvøld hevði metið sum tann útlendski spælarin sum hevur spælt flest almennar dystir fyri Vejle.
Tað metið má Julian Barnett nú deila við Viljormi, ið kom á vøllin fyri Vejle í heimadystinum móti AC Horsens sum hevur Hall Hansson á liðnum. Dysturin er í gongd nú (klokkan 19.25 red.).
Tá Viljormur Davidsen kom inn á vøllin fyri Pierre Bengtson gjørdist talan um almenna dyst nummar 181 hjá VIljormi fyri Vejle. Tað merkir, at inntil Viljormur hevur spælt ein dyst aftrat fyri Vejle deila Julian Barnett, ið spældi við Vejle árini 1983 til 1987 og Viljormur metið sum útlendski spælarin við flest almennum dystum fyri Vejle.
Í komandi viku spælir Vejle móti bæði FCK og OB, og so er at vóna, at Viljormur fær spælitíð aftur fyri at kunna eiga metið einsamallur.