Hann váttar, at hann og FC Fyn hava longt um avtaluna fram til summar. Føroyski verjuleikarin skal tískil royna at hjálpa FC Fyn í stríðnum undan niðurflyting.
Viljormur Davidsen, sum spælir á føroyska U21-landsliðnum, er fastur maður á liðnum hjá FC Fyn. Í felagnum eru teir fegnir um, at runavíkingurin heldur fram, og tað er hann eisini sjálvur.
- Mær dámar væl her, og eg havi spælt fast á besta liðnum sum vinstri bakkur. Tað er spennandi og avbjóðandi, og mær dámar væl at spæla hvønn dyts í næstbestu deildini, sigur Viljormur Davidsen.
Hópurin hevur verið í vetrarfrí, men venjingin byrjar aftur í dag. Við í venjingini verður Bjarni Jørgensen, sum fer at royndarvenja við liðnum næstu dagarnar.










