Viljormur Davidsen kundi rokna við harðari kapping um plássið á vinstra bakki í Vejle, tá ið felagið herfyri leigaði svenska vinstra bakkin, Pierre Bengtsson, í FCK, sum hevur spælt 34 dystir fyri svenska landsliðið, og ynskti sær spælitíð fyri at vera at framvegis vera upp á tal til svenska landsliðið.
Fyribils sær tað tó út til, at føroyski vinstri bakkurin hevur syrgt fyri, at svenski liðfelagin ikki sleppur framat. Í gjár vann Vejle 2-0 ímóti OB, og tá var Viljormur við allan dystin sum liðskipari, meðan Pierre Bengtsson sat á bonkinum.
Herfyri segði Pierre Bengtsson við bold.dk, at hann helst vildi sleppa undan at spæla ímóti sínum góðu vinmonnum í FCK. Hetta hevur fingið øði í Vejle-fjepparar, sum leggja eftir hugburðinum hjá svianum eitt nú á bold.dk og siga seg halda, at Viljormur Davidsen hevur uppiborið plássið.
Pierre Bengtsson var ikki við í hópinum ímóti FCK í síðstu viku, og hóast hann aftur var í hópinum ímóti OB í gjár, so sat hann á bonkinum allan dystin. Viljormur legði upp til fyrra málið og spældi somikið væl, at Pierre Bengtsson neyvan fær tað lætt við at fáa spælitíð.
Sjónband: Viljormur legði omaná metið og legði upp til mál
- Viljormur spældi aftur ein góðan dyst ímóti OB. Hann verður trupul at fáa av liðnum beint nú. Soleiðis sum tað sær út, so má Pierre Bengtsson bíða við at sleppa at spæla, sigur Vejle-venjarin, Constantin Gâlcă, í samrøðu við Ekstrablaðið.
Leigusáttmálin hjá Pierre Bengtsson gongur út 30. juni í ár, og sáttmálin hjá Viljormi Davidsen gongur út 30. juni 2022.
Næsti dystur hjá Vejle verður á heimavølli ímóti AaB sunnudagin kl.13.00.