Viljormur er tríggjar dystir frá einum serligum meti í Vejle

Til hendan dag hevur enski Julian Barnett havt metið sum útlendingurin sum hevur spælt flest dystir fyri Vejle, men tað kann Viljormur Davidsen broyta í næstum

Millum 1983 og 1987 spældi enski áleyparin, Julian Barnett við Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini. 

Hann gjørdist sera væl umtóktur í Vejle hesi árini. Við 56 málum í 181 dystum átti hann sín stóra leiklut í, at Vejle gjørdist danmarksmeistari í 1985. Millum liðfelagarnar í tíðini í Vejle var Allan Simonsen, ið seinni gjørdist føroyskur landsliðsvenjari.

Til hendan dag hevur Julian Barnett átt metið sum útlendingurin, ið hevur leikt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.

Tað metið stendur nú fyri falli.

Viljormur í Heiðunum Davidsen hevur higartil spælt 178 dystir fyri Vejle. Viljormur manglar sostatt bara tríggjar dystir fyri at javna metið hjá Julian Barnett, og fýra dystir fyri at eiga metið einsamallur sum tann útlendingurin, ið hevur spælt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.

Vejle hevur tveir dystir eftir at leika í hesum árinum. 

Í annaðkvøld møta teir Hvidovre á útivølli í donsku steypakappingini, og komandi sunnudag møta teir Lyngby á útivølli í dysti í superliguni.

Fær Viljormur spælitíð í hesum báðum dystunum kemur hann uppá 180 dystir fyri besta liðið hjá Vejle.

Annars hevur Viljormur bara spælt ein dyst fyri Vejle hetta kappingarárið. Hann var uttanfyri hópin. Gjørdist so partur av superliga-hópinum, men slapp ikki á vøllin, men slapp so loksins á vøllin í dystinum móti Randers FC á útivølli farna vikuskiftið.

Vónandi eydnast tað Viljormi at fáa hetta serliga metið.