Viljormur: Ein ótrúlig uppliving

(Rás2) Hoyr føroyska landsliðsspælaran fortelja um stóra dagin hann upplivdi við Vejle ígjár

Seinasta umfar í næstbestu deildini í Danmark var leikt ígjár. Við 2-0 sigri á Thisted á útivølli eru Vejle BK og Viljormur Davidsen í Superliguni. Tað var dramatikkur til seinasta sekund, tá Vendsyssel vann sær rættin til at spæla um uppflyting, meðan Viborg stendur eftir við ongum.

 

 

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra vongbakkinum hjá Vejle. Gestirnir úr Vejle vóru á odda 1-0 í hálvleikinum og vórðu sjáldan trýstir av vertunum. Seinastu tjúgu minuttirnar kom U21 landsliðsspælarin, Jákup Thomsen, á vøllin. Hann hevði eina skotroynd, men meir enn tað bleiv tað ikki til.

 

 

 

Vejle BK er aftur í Superliguni fyri fyrstu ferð í níggju ár. Esbjerg og Vendsyssel spæla um uppflyting.

 

 

- Tað var ein ótrúlig uppliving, fortelur Viljormur Davidsen í samrøðu við Rás2 fyrr í dag. Viljormur er tann drúgvasti spælarin í hópinum hjá Vejle, har hann hevur tikið síni tørn í fimm kappingarár.

 

 

Enn hevur Viljormur ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við Vejle, men hann hevur avgjørt hug at halda fram í Vejle.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Viljorm Davidsen greiða frá stóru upplivingini ígjár tá Vejle vann sær uppflyting upp í superliguna.