Viljormur Davidsen við til Luksemburg

Viljormur Davidsen var við í venjingardystinum hjá føroyska landsliðnum móti B1908 í gjárkvøldið. Hann kom á vøllin, tá tað restaðu 22 minuttir og við ferðini til Luksemburg hevur hann møguleikan fyri at økja um samlaða talið av A-landsliðsminuttum.

 

Av øðrum leikarum, sum ikki vóru við í venjingardystinum móti B1908, men sum skulu við til Luksemburg, eru Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen og Tórður Thomsen. Teir vóru ikki tøkir í gjárkvøldið, men eru klárir, um Brian Kerr fær brúk fyri teimum til venjingardystin móti Luksemburg fríggjakvøldið.