Sum In.fo skrivaði í desembur mánaði, so er Viljormur Davidsen á veg aftur til føroyskan fótbólt. Sáttmálin við niðurflutta Helsingborg er slitin og vinstri bakkurin á landsliðnum hevur síðani verið í samráðinum við HB og 07 Vestur.
Les eisini: HB er eftir Viljormi
Søgan sigur, at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri, at fáa Viljorm Davidsen til felagið, men at landsliðsbakkurin í dag skrivar undir við HB. Tað hevur leingi ljóðað, at skifti er á veg, men sum skilst er sáttmálin við Helsingborg fyrst slitin frá 1. januar.
Í grein í desembur í fjør bleiv eisini víst á, at HB hevur boðið Brandi Hendriksson at koma til føroyskan fótbólt at koma fyr seg, eftir drúgva knæskaðan. Hartil er nýggjasta søgan eisini at Mikkel Dahl er á veg aftur til felagið.
Toppskjúttin frá kappingarárinum 2021 skifti til Leiknir í Íslandi. Har hevur tað ikki gingið so væl og felagið flutti niður. Fleiri føroysk feløg leita eftir einum áleypara, so helst er áhugin fyri einum slíkum spælara stórur.











