Viljormur á serligum Topp 10 lista

Viljormur Davidsen er millum útlendingarnar, sum hava spælt flest dystir fyri Vejle

Heimasíðan hjá Velje BK hevur uppdaterað yvirlitið yvir dystirnar, sum útlendskir spælarar hava spælt fyri besta liðið hjá Vejle. Teir staðfesta, at føroyski landsliðsspælarin, Viljormur í Heiðunum Davidsen er á Topp 10 listanum yvir teir útlendingarnir, sum hava spælt flest dystir fyri Vejle BK.

 

Onglendingurin Julian Barnett er greitt á odda við 181 dystum. Viljormur er á einum deildum 9. plássi við 58 dystum. Spælir Viljormur 13 dystir fyri Vejle, tá kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini verður tikin upp aftur komandi vár, so gerst Viljormur nummar sjey á listanum. Christian Høgni Jacobsen er nummar 12 á listanum við 51 dystum, og Jóan Símun Edmundsson er nummar 22 á listanum við 26 dystum fyri besta liðið hjá Vejle BK.

 

Topp 22 listin yvir teir útlendingarnir, sum hava spælt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle BK sær soleiðis út : 

 

1. Julian Barnett (Ongland) 181 dystir

2. Kent Scholz (Týskland) 140 dystir

2. Jonatan Neftali (Spanoa) 140 dystir

4. Adeshina Lawal (Nigeria) 127 dystir

5. Azer Busuladzic (Bosnia) 121 dystir

6. Valentino Lai (Svøríki) 95 dystir

7. Eduardo Delani (Brasil) 70 dystir

8. Godwin Antwi (Gana) 63 dystir

9. Dejvi Glavevski (Makedonia) 58 dystir

9. Viljormur Davidsen (Føroyar) 58 dystir

11. Dario Mijatovic (Kroatia) 54 dystir

12. Christian Høgni Jacobsen (Føroyar) 51 dystir

12. João Pereira (Portugal) 51 dystir

14. Pablo Piñones-Arce (Svøríki) 46 dystir

15. Issey Nakajima-Farran (Kanada) 45 dystir

16. Jesper Ljung (Svøríki) 42 dystir

17. Justice John Erhenede (Nigeria) 39 dystir

18. Mikael Rynell (Svøríki) 37 dystir

19. Denis Fazlagic (Bosnia) 34 dystir

20. Kaimar Saag (Estland) 29 dystir

21. Eduard Demenkovets (Hvítarussland) 28 dystir

22. Jóan Símun Edmundsson (Føroyar) 26 dystir