Viljin til vitanarsamfelagið

Í gjár handaði løgmaður nýggju landsstýriskvinnuni í mentamálum, Óluvu Klettskarð, innsetingarskjalið – samstundis sum hann gav Kristinu Háfoss, fráfaringarskjalið, sum endaliga váttar, at hon er farin úr starvi.

Hetta er sekstanda landsstýrisfólk, sum Jóannes Eidesgaard tilnevnir – men kortini bara triði mentamálaráðharrin. Tá undanmaður løgmans, Anfinn Kallsberg hevði verið eins drúgvur í sessinum, sum Eidesgaard, hevði hann longu havt seks tjóðveldisfólk í Mentamálaráðnum. Okkurt bendir á, at hesin sessur er serliga heitur hjá tjóðveldisfólki.

 

Vit fara kortini á hesum stað at ynskja nýggju landsstýriskvinnuni bestu eydnu og gott treysti í nýggja starvinum. Vit harmast eisini, at Kristina Háfoss legði kongin, tí mangt bendi á, at hon var ein dugnalig landsstýriskvinna og ein dugnaligur politikari, sum vit kundu væntað okkum nógv av. Nú hon trínir av politiska pallinum, kann hetta eisini verða eitt endaligt farvæl til politikk, tí hon telist ikki millum parlamentarikararnar – og kann lættliga verða gloymd, tá vit einaferð koma fram til eitt løgtingsval. Politiska minnið er so stutt, og veljarin gloymir skjótt fráfarnar politikarar. Men Kristina Háfoss er ung, og hon kann saktans gera eitt come-back, júst sum hon gjørdi hendan mándagsseinnapartin í februar, tá hon varð tilnevnd landsstýriskvinna.

 

Nýggja landsstýriskvinnan hevur sínar røtur í útjaðaranum – hon er uppvaksin á útoyggj, tó at Kunoyggin við samferðsluútbyggingunum er knýtt at meginøkinum. Hetta er óivað ein dygd – tað at verða grundfest á bygd og í útjaðara, samstundis sum hon fakliga er so væl skikkað til starvið.

 

Óluva Klettskarð hevur boðað frá, at um vit vilja verða eitt vitanarsamfelag, so kostar tað pengar. Og tað merkir, at fleiri pengar skulu játtast á mentanarøkinum.

 

Spurningurin er, hvussu stóra ávikan hon hevur – og um hon megnar at sannføra fíggjarmálaráðharra, fíggjarnevnd og meiriluta á tingi til tess. Fleiri hava roynt hetta. Nú eru tað so fólk úr Norðoyggjum, sum bæði sita á landskassanum, á fíggjarnevnd og á Mentamálaráðnum. Øll fólk, sum hava tosað nógv fyri gransking og menning á útbúgvingarøkinum.

 

Vit eru helst øll samd um, at meira orka skal setast av til mentanar- og útbúgvingarøkið – og at hetta skal raðfestast hægri. Men vit sakna tann politikararan, sum megnar at fáa framt hetta politiska verkið. Hesum ynskja vit Óluvu Klettskarð bestu eydnu við.