Viljin og verjan vísa vegin

KÍF hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, tá teir endaðu á einum triðja plássi. Liðskiparin og ársins verjuspælari í fjør, Rógvi Weyhe, dylur heldur ikki fyri, at vónirnar hjá liðnum eru góðar aftur í ár. – Tað gekk sera væl síðsta kappingarár, og vónandi kunnu vit byggja víðari á góða úrslitið í fjør, og kanska fáa eitt enn betri úrslit í ár, sigur hann

HONDBÓLTUR

 

KÍF kann ikki metast at vera eitt av mest vinnandi hondbóltsfeløgunum í landinum. Liðið hevur ongantíð vunnið føroyameistaraheitið í fremstu deildini, men allíkavæl hevur KÍF at kalla altíð verið at funnið í bestu deildini. Úrslitini seinastu nógvu árini hava heldur ikki verið serliga góð. Eftir eitt annað pláss í 1992 hevur liðið sum oftast ligið í tyngra endanum av bestu deildini, og eitt skifti vóru teir eisini í næstbestu deildini.

Síðstu trý ella fýra árini hevur liðið tó víst framstig at kalla hvørt ár, og hetta fingu føroyingar eisini at síggja síðsta kappingarár, tá KÍF fekk sítt fyrsta heiðursmerki síðani 1992. Tað bleiv til eitt bronsuheiðursmerki, men kollfirðingar fingu rættiliga víst, at liðið er á rættari leið.

Eyðkennið hjá kollfirðingum hevur altíð verið tann stóri viljin, og tað var eisini hesin, sum, saman við eini krútsterkari verju, vísti vegin til fyrsta heiðursmerkið í 15 ár. Viljin og sterka verjan verða helst aftur í ár vørumerkið hjá kollfirðingum, sum ætla at byggja víðari á góðu úrslitini, sum liðið fekk síðsta kappingarár.

Sosialurin hevur tikið eitt prát við liðskiparan og ársins verjuspælara síðsta kappingarár, Rógva Weyhe, um kappingarárið, sum liggur fyri framman.

 

Spælararnir eru klárir

Sum flestu av hinum liðunum í landinum, so byrjaði KÍF at venja tíðliga í ár. Eftir lokið kappingarár í mars mánaði byrjaðu fleiri av spælarunum at venja eina ferð um vikuna beinanvegin, men síðani fyrst í august byrjaði liðið at venja regluliga aftur.

Liðskiparin, Rógvi Weyhe, metir, at liðið er so væl fyri, sum til ber undan kappingarbyrjan.

- Hetta er helst besti uppstartur vit hava havt í KÍF í nógv ár. Spælararnar hava vant leingi, og fyri eina ferð skyld hevur uppmøtingin eisini verið rættiliga góð. Tað tykist eisini, sum spælararnir eru rættiliga væl fyri í ár, og tí eru vit rættiliga spentur a koma í gongd við kappingina, sum byrjar longu leygardagin, sigur Rógvi.

KÍF hevur nógv av tí sama fólkinum, sum tryggjaði felagnum eitt bronsuheiðursmerki í fjør. Onkrar smávegis broytingar eru tó, sigur Rógvi.

- Vit hava tíverri mist Daniel Rapa, sum er farin at venja kvinnurnar hjá VÍF. Hinvegin hava vit fingið ein sterkan strikuspælara úr Serbia aftu at hópinum, og hesin sær út til at blíva ein stórur styrkur. Fleiri av ungu spælarunum hjá felagnum eru eisini byrjaðir at venja seriøst við besta liðnum, og hesir fara heilt sikkurt at styrkja nógv um liðið – um ikki í ár, so komandi árini, staðfestir Rógvi Weyhe.

 

Fótbólturin hevur ávirkað

Undanfarin ár hevur KÍF havt ein trupulleika við, at fótbóltsspælararnir ikki eru slopnir at spæla við í hondbóltinum fyrstu umførini. Hetta hevur gjørt,at týdningarmikli strikuspælarin hjá KÍF, Gert Hansen, ikki hevur kunnað spælt fyrstu dystirnar, men í ár er tó líkt til, at Gert kann vera við frá byrjan av.

- Gert er spakuliga byrjaður at venja hondbólt, og sum skilst, so hevur hann fingið loyvi at spæla hondbólt frá byrjan av, og hetta hevur alstóran týdning fyri okkum. Júst nú hevur hann tó onkran smávegis skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur til leygardagin, sigur Rógvi.

 

Skulu byggja víðari á síðsta kappingarár

Vit spurdu síðani Rógva, hvørjar vónirnar hjá kollfirðingum vóru til komandi kappingarár.

- Vit hava sjálvandi góðar vónir, serliga aftan á góða úrslitið, vit fingu í fjør. Men tað hevur tó sera stóran týdning at fáa eina góða byrjan upp á kappingina. Kiksar alt frá byrjan av, so gerst tað beinanvegin trupult. Tí mugu vit syrgja fyri at koma væl í gongd, og vónandi kunnu vit so fáa eitt líka gott úrslit sum í fjør, sigur Rógvi Weyhe.

Hann leggur tó afturat, at tað hevur stóran týdning, at KÍF fær verjuna at rigga, tí hetta var sterka síðan hjá liðnum síðsta kappingarár.

- Verjan og sterki viljin hevur altíð verið okkara vørumerki, og sjálvandi skulu vit aftur í ár fáa hetta at rigga, um vit skulu halda okkum í oddinum. Ein lítil trupulleiki í fjør var, at vit til tíðir ikki vóru nóg neyvir í avgerandi løtum, og hetta kostaði eisini okkurt stigið. Um vit klára at rætta hetta til í ár, so ivist eg ikki í, at vit kunnu røkka langt, sigur Rógvi Weyhe at enda.

Og eingin ivi er um, at Rógvi Weyhe hevur okkurt at vera spentur til. Tí megnar KÍF at vísa sama spæl, sum teir vístu í endaspælinum síðsta kappingarár, so kann tað fara at ganga heilt væl hjá viljasterku kollfirðingunum.